Búmerkið hjá felagnum
Lurta

Íblástur.

Bíbliulesitrappan

Bíbliulesitrappan, ella: bið, les, hugsa, les, bið, er ein góður framferðar lesiháttur. Løtt at minnast og at umhugsa tekstin samsvarandi tí, eg las.

Hesin lesiháttur hóskar væl saman við bíbliulesiætlanini frá Bíbliufelagnum.

  • Bið Gud tala við teg, meðan lisið verður!
  • Les dagsins bíbliutekst gjølla!
  • Hugsa um innihaldið! Set spurningar! Hvat lærir hetta meg? Hvat er høvuðsinnihaldið?
    Hvussu kann eg nýta hetta í gerandisdegnum?
  • Les eina góða og hóskandi bíbliufrágreiðing.
  • Bið Gud hjálpa tær at minnast og at liva samsvarandi tí, lisið varð! Takka at enda Gudi fyri dagsins bíbliulestur!

Lectio Divina

“Lectio Divina” merkir guddómligur lesnaður og er ein bíbliulesiháttur, sum hevur verið nýttur í allari kristnisøguni.

Fyrst biðja Heilaga Andan vegleiða og tala við teg.

Lectio: Les bíbliutekstin! Vel ein stuttan bíbliutekst og les hann hart og týðiliga fyri tær sjálvum.

Meditatio: Endurtak og liv teg inn í bíbliutekstin. Endurtak síðan orðini, til tú ert fullkomiliga sameindur við hann!

Hugsa tær orðini søgd beinleiðis frá Gudi við teg. Finn kjarnan í tí, Gud segði tær!

Oratio: Veit Gudi í bønini aftursvar. Bøn og takkargerð yvir bíbliutekstinum.

Contemplatio: Gev tær stundir til hvíld í nærveru Guds! Ver opin og lurta í kvirru um, hvør og tað, Kristus er!

Henry D. Joensen, týddi.